- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðskjálvtar í Íslandi
Jarðskjálvtar í Íslandi
Hetta gott og væl seinasta samdøgrið eru skrásettir yvir 10 jarðskjálvtar skamt eystan fyri fjallið Hvalhnúk á íslendska Suðurlandinum.
Mynd: RÚV
25.01.2025 - 11:11
Tann harðasti var í gjáramorgunin hálvansætta kilometur sunnan fyri Bláfjallaskála, og hann varð máldur til 3,0 á Richter-stiganum.
Böðvar Sveinsson frá íslendska jarðfrøðistovninum sigur fyri Morgunblaðnum, at síðstu tveir dagarnar eru máldir um 30 skjálvtar í umráðnum.
Hann sigur, at teir flestu hava verið smáir, men jarðskjálvtin fyrrapartin í gjár var millum teir størstu, ið eru skrásettir har í hesum umfari.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV