16.707 borgarar fáa 47,9 milliónir krónur aftur

16.707 borgarar fáa 47,9 milliónir krónur aftur
Skattauppgerðin fyri 2017 er komin, og uppgerðin passar hjá 21.564 borgarum, sum hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar
 
06.03.2018 - 15:50

Skattauppgerðin fyri 2017 er komin, og sambært tølum hjá TAKS passar uppgerðin hjá 21.564 borgarum, sum tískil hvørki skulu rinda írestandi skatt ella eiga avlopsskatt til góðar. Tað sigur Taks í tíðindaskrivi.

Sambært TAKS hava 16.707 borgarar goldið ov nógvan skatt og fáa nú pening aftur. Tilsamans er talan um góðar 47,9 milliónir krónur. 

Fá hava goldið ov lítið

Tey eru fá, sum hava goldið ov lítið í skatti - 1.176 borgarar, og tey fáa í næstum rokning fyri írestandi skatt. 

Tilsamans eru 3,9 milliónir krónur kravdar ov lítið inn í skatti.

Eigur ein minni enn 25 kr. til góðar, verða tær tó ikki útgoldnar. Skyldar ein minni enn 100 kr., verða tær ikki innkravdar.

Er sjálvuppgávan røtt, skalt tú einki gera, annars mást tú boða TAKS røttu upplýsingarnar. 

B-skattgjaldarar fáa bræv

B-skattgjaldarar fáa ikki sendandi skattauppgerð, men fáa í staðin bræv um at lata inn sjálvuppgávu

Tá sjálvuppgávan er innlatin, verður skattauppgerðin gjørd. 

Tilsamans 6.760 borgarar skulu lata inn sjálvuppgávu, skrivar Taks í tíðindaskrivi.

Tú kanst kanna tína skattauppgerð á Borgaraglugganum ella á MínBoks seinni í dag. Frá í morgin verður hon send við postinum til teirra, sum ikki nýta hesar tænastur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109