- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlendingar vilja hava útlendska arbeiðsmegi

Fleiri fiskavirki í Grønlandi vilja eisini hava útlendska arbeiðsmegi.
Nógv orðaskifti hevur verið um, at Royal Greenland brúkar kinesiska arbeiðsmegi, men onnur virki vilja eisini hava útlendingar, skrivar AG á netinum.
Polar Seafood ætlar at fáa 10 litavar til virkið í Aasiaat. Í fjør arbeiddu litavar eisini á virkinum, tí nóg mikið av grønlendskari arbeiðsmegi fekst ikki.
Stjórin í Polar Seafood, Jan Weinreich, sigur við AG, at tey eru væl nøgd við grønlendsku arbeiðsmegina í Aasiaat, men neyðugt er eisini at hava útlendingar fyri at virkið skal ganga.
Kitaa Seafood í Nuuk hevur í løtuni ein filipina á virkinum, men virkið vil fegið hava fleiri útlendingar.
Á virkinum Halibut Greenland í Illulissat er støðan tann sama. Har arbeiða fýra filipinar í løtuni, men ætlanin er at seta fleiri í starv, skrivar AG.