Russland hevur ment hypersoniskar rakettir

Russland hevur ment hypersoniskar rakettir
Putin sigur, at vápnini er mótstøðufør móti øllum sløgum av rakettverju
 
02.03.2018 - 08:16

Í talu síni til tjóðina í gjár, vísti russiski forsetin, Vladimir Putin, sjónbandaupptøkur av russiskum vápnum, sum sleppa framvið forðingum hjá NATO og fram til USA.

Eitt av sjónbondunum vísti ein riðil av rakettum á veg til amerikanska deilstatin, Florida.

Áhoyrararnir, - russiska elitan, sum sótu í salinum og lýddu á framløguna um nýggju vápnini, fagnaðu framstiginum við lógvabrestum.

Hypersonisk rakett

Eitt av nýggju vápnunum er, sambært Putin, ein hypersonisk rakett, sum røkkur aðrar heimspartar. Rakettin er nevnd Avangard, og hon røkkur málum við eini ferð, sum er 20 ferðir ferðina hjá ljóði.

Putin sigur, at vápnið er mótstøðuført móti øllum sløgum av rakettverju.

- Tað flýgur móti málinum sum torusteinur, sum ein eldkúla, segði Putin, sambært Kreml.

Nýggj máttmikil vápn

Vladimir Putin, forseti, boðaði eisini frá, at Russland er í ferð við at menna fleiri nýggj kjarnu-fysisk vápn, sum rakettverjur hjá øðrum londum ikki kunnu steðga.

Hann legði dent á, at Russland noyðist at arbeiða við nýggjum og máttmiklari kjarnorkuvápnum, sum aftursvar til rakettverjuna hjá USA og tað, sum Putin heldur er brot á avtaluna START um avvápning.

- USA ger seg inn á strategisku javnvágina, og sum aftursvar mennir Russland nýggjar skipanir, segði Putin í taluni, sum varð send beinleiðis í russiskum sjónvarpi, har hann eisini nevndi, at ábøtur mugu gerast á hernaðarligu skipanina í Arktis, so at russisk áhugamál kunnu verjast.

Sarmat-rakettir

Putin greiddi eisini frá eini undirvants-dronu, sum eins og kryssararakettir, kunnu bera kjarnorkuvápn. Hon skal kunna raka flogberar og sjóverjustøðir.

Russland hevur eisini royndarskotið nýggja rakett, nevnd Sarmat, sum sambært Putin, er betri enn hinar, sum hava verið - bæði tá tað snýr seg um, hvussu langt hon røkkur og hvussu nógv spreingi-høvd hon kann hava. 

RS-28 Sarmat-rakettir verða í NATO nevndar Satan-2, og kunnu, sambært serfrøðingum, bera 10 - 15 kjarnorku-spreingihøvd.

Putin segði í taluni í gjár, at álop móti Russlandi ella einum sameindum, er álop móti Russlandi, og tað verður svarað aftur beinanvegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369