Enn óvist um Bjarni Hammer fer í farloyvi

Enn óvist um Bjarni Hammer fer í farloyvi
Enn er ógreitt, um Bjarni Hammer, tingmaður ger eftir tilmælinum frá Akseli V. Johannesen, formanni og fer í farloyvi frá sínum løgtingsarbeiði
 
27.02.2018 - 17:22

Útvarpið hevur seinnapartin havt samband við Bjarna Hammer, men hann vil ikki gera samrøðu enn.

Tað einasta, sum Bjarni Hammer vil endurgevast fyri í dag er, at hann ikki vil hava, at støðan hjá honum skal ávirka tingarbeiðið skeivan veg, og at hann - helst seinni í kvøld - fer at boða løgmanni frá, um hann fer í farloyvi.

Løgmaður segði við útvarpið á middegi, at tað hevði verið skilabest at Bjarni Hammer fór í farloyvi, meðan løgreglan kannar málið.

SÍ EISINI: Løgmaður: Skilabest at Bjarni fer í farloyvi

Fer Bjarni Hammer í farloyvi úr tinginum, so stendur Bjørg Dam í løtuni næst á listanum. 

Hon býr í Havn og fekk 115 atkvøður á løgtingsvalinum í 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791