Trygvi Danielsen vann Geytan

Trygvi Danielsen vann Geytan
Tygvi Danielsen vann Geytan fyri filmin "111 góðir dagar", og Maria Tórgarð vann Áskoðaravirðislønina, fyri filmin “Maðurin við Blæuni”.
 
25.02.2018 - 09:55

Tað gjørdist filmurin 111 góðir dagar eftir Trygva Danielsen, sum í ár fekk virðislønina Geytan, tá filmsviðrislønir vóru handaðar í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. 

Maria Tórgarð vann Áskoðaravirðislønina, fyri filmin “Maðurin við Blæuni”.

Í grundgevingini fyri at lata Trygva Danielsen Geytan, segði dómsnevndin soleiðis: 

“Vinnarafilmurin peikar í ymsa ættir. Hann fylgir ikki klassiskari frásøguhevd, men eksperimenterar og gongur nýggjar leiðir við drúgvum tankum, sum eru ikki sørt revsandi mótvegis samfelagnum og tí kjaki, sum er í almenna rúminum beint nú. At síggja til undarliga og villingarsama filmsroyndin, loysir upp fyri eini orku, sum sprettir úr filminum, ið heldur enn langur, tykist merktur av frásøgugleði. Filmurin er erligur mótvegis sær sjálvum. Leikmyndir eru, ið standa reinar, skarar og sterkar". 

Tá allir 9 filmar vórðu sýndir, valdu ákoðararnir tann filmin, ið teimum dámdu best. Og tað gjørdust Maria Tórgarð, sum fekk Áskioðaravirðislønina fyri filmin “Maðurin við Blæuni”.

Í filmsnevndini sótu Birgir Kruse, formaðr, Sif Gunnarsdóttir, Johnny í Grótinum, Jan B. Jørgensen, og Marjun Niclasen.

Hinir filmarnir í kappingini vóru Myndamálarin, eftir Gudmund Helmsdal, Skóhorn(y) eftir Sóley Danielsen og Gudmund Helmsdal, Fisherman og Frosthvarv sum Franklin Henriksen leikstjórnaði, 
Collision Course eftir Rói Davidsen, Sorte Hunde sum Atli Brix Kamban leikstjórnaði og Wünder Pitsa eftir Hanus Johannessen.

Geytin var eisini byrjanarskotið til filmsfestivalin, Tóff sum fór av bakkastokki í gjár fyri aðru ferð. Filmfestivalurin er ein viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum. Í dag verða filmarnir "Skammarans dóttir" eftir leikstjóranum Kenneth Kainz og "Vetrarbróður" eftir Hlyni Pálmasyni syndir. Aftan á sýningina av Vetrabróður verður høvi at seta spurningar til leikstjóran.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. januar
Dansival
186889
Sunnudag 26. januar
Møti: Møti úr Vitinum í Hvalba
186890
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
186874
Sunnudag 26. januar
Bolero - 26. januar 2025
186872
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535