- Tíðindi, mentan og ítróttur
Norra setti met til OL
Norra gjørdi størsta hálið á vetrar-olympisku leikunum í suðurkoreanska býnum Pueongchang.
Ongantíð áður hevur nakað land vunnið so nógv heiðursmerki til eitt vetrar OL sum Norra hevur vunnið hesaferð.
Marit Bjørgen setti punktum
Stóra stjørnan á norska OL-liðnum, Marit Bjørgen, setti punktum, tá hon í nátt vann gull í greinini 30 kilometrar langrenn. Hon legði seg á odda at kalla beinanvegin og vann sannførandi.
Júst hetta gull-heiðursmerkið ger Norra til mest vinnandi OL-landið nakrantíð. Norra hevur hesaferð vunnið 39 heiðursmerki - 14 gull, 14 silvur og 11 bronsu.
Týskland er nummar tvey á heiðursmerkja-listanum við 31 heiðursmerkjum - 14 gull, 10 silvur og 7 bronsu.
Á 3.plássi er Kanada við 29 heiðursmerkjum - 11 gull, 8 silvur og 10 bronsu.
Marit mest vinnandi nakrantíð
Umframt at Marit Bjørgen við sínum gull-heiðursmerki í nátt gjørdi Norra til mest vinnandi tjóð á einum vetrar-olympiskum leikum, so skrivar hon seg persónliga inn í søgubøkurnar sum mest vinnandi ítróttarfólk til vetrar OL. Marit Bjørgen hevur vunnið 15 OL-heiðursmerki - átta gull, fýra silvur og tríggjar bronsu.
Vetrar-olympisku leikirnir í Pueongchang eru nú av - um 11'tíðina fyrrapartin, okkara tíð, er enda-hátíðarhaldið.