Besti lønarsáttmáli hjá lærarum

Besti lønarsáttmáli hjá lærarum
Lønarliga er sáttmálin, sum Lærarafelagið gjørdi í januar tann besti hjá felagnum síðani 2008.
 
23.02.2018 - 08:23

Tað sigur formaður felagsins, Herálvur Jacobsen, sum í Skúlablaðnum tekur samanum.

Hann sigur, at nevndin í Lærarafelagnum var ikki nøgd við eina lønarhækking í krónum, tí stórur partur av limum felagsins liggja oman fyri miðallønina, 30.250 kr., sum lønarhækkingin varð roknað eftir. 

Lærarafelagið hevði fyrsta fyrireikandi fundin í samráðingunum við Lønardeildina í juni 2017. Seinasti fundurin fyri jól var í november. 

Tá stóð framvegis í botni um lønarspurningin, tí Fíggjarmálaráðið tvíhelt um eina lønarhækking í krónum. 

Tá samráðingarnar vórðu tiknar uppaftur í januar 2018, góðtók Fíggarmálaráðið eina lønarhækking, sum var 2,3 prosent frá 1. oktober 2017 og 2,5 prosent frá 1. oktober 2018. 

Herálvur Jacobsen sigur, at nú Lønarnevndin er sett, hava helst nógv hildið, at hetta fór at kyrra fakfeløgini og steðga lønarkrøvum teirra fyribils. Men so varð tó ikki.

Hann sigur, at lítil ivi er um, at lærarar fara at sammeta seg við aðrar fakbólkar lønarliga, og at lønarkrøvini fara at økjast. 

Men eins týdningarmiklar og lønin eru arbeiðsumstøðurnar hjá lærarum, og her er langt á mál, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369