Samráð um sild

Samráð um sild
Fyrrapartin var Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, í Uttanlandsnevndini til ráðførslu um føroysku kvotuna av norðhavssild í ár
 
09.02.2018 - 09:49

Á fundinum handaði landsstýrismaðurin Uttanlandsnevndini eitt ráðførsluskriv, hvat hann heldur, at føroyska kvotan av sild skal vera í ár. Hann lat eisini Uttanlandsnevndini eitt upprit og greiddi nevndini frá samráðingunum um norðhavssildina.

Á fundi í desember var greitt, at fiskifrøðingar hjá ICES mæltu til at skerja fiskiskapin eftir sild við 40 prosentum í ár.

Strandarlondini samdust um at skerja fiskiskapin við 33 prosentum niður í 435.000 tons.

Strandalondini eru bara samd um, hvussu nógv av norðhavssild skal fiskast tilsamans í ár - ikki hvussu nógv londini eiga í part. Eingin strandalandaavtala er um norðhavssildina.

Føroyar hava ásett sær sína egnu sildakvotu - Føroyar krevja 19,4 prosent av norðhavssildini.

Um hesin prosent-partur eisini verður galdandi í ár, so verður føroyska kvotan 84.390 tons.

Føroyska kvotan í fjør var 125.000. So útlit eru fyri, at sildakvotan verður umleið 40.000 tons minni í ár.

Høgni Hoydal, landsstýrimaður sigur, at ráðførsluskrivið sum verður handað Uttanlandsnevndini, og viðgerðin í Uttanlandsnevndini er í trúnaði, og tí kann hann einki siga um, hvat mælt verður til.

Men hann ætlar at almannakunngera føroysku sildakvotuna í ár sum skjótast, sigur hann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andaktin
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772