Kringvarpið sendir Melodi Grand Prix

Kringvarpið sendir Melodi Grand Prix
Leygarkvøldið verður ársins Melodi Grand Prix i Danmark. Kringvarpið sendir beinleiðis frá tiltakinum, ið byrjar klokkan 19 føroyska tíð
Mynd: Danmarks Radio  
 
08.02.2018 - 09:09

Leygarkvøldið fer danska Melodi Grand Prixið av bakkastokki. 10 sangarar trína á pall hetta kvøldið at kappast um luttøka í altjóða sang-kappingini Eurovision. 

Millum tær 10 framførslurnar eru føroysku Carlsen-systrarnar.

Danmarks Radio hevur rættindi at senda tiltakið, og tað hevur ikki altíð eydnast Kringvarpinum at fáa rættindini uppá pláss til tíðina.

- Tað hevur verið øktur áhugi fyri tiltakinum í ár vegna føroysku luttøkuna. Tískil hevur eisini verið arbeitt miðvíst við at fáa rættindini í rætt lag, sigur Barbara Samulsen, leiðari á mentanardeildini í Kringvarpinum.

Tær tríggjar, Vanja Carlsen, Laila Carlsen og Barbara Chaparro, skulu framføra lagið "Standing up for Love", ið longu hevur fingið nógv rós frá tónleikaraummælarum. 

Góðan Morgun Føroyar tosaði fyri stuttum við Kristian Joensen, sum hevur fylgt væl við í Melodi Grand Prix tey seinastu árini. Hann metir støði vera øgiliga høgt í ár, og heldur hann lagið hjá føroysku systrunum verða millum bestu sangirnar í ár. 

Kringvarp Føroya samsendir tiltakið við Danmark Radio, ið byrjar klokkan 19 leygarkvøldið.

Tú kanst hoyra "Standing up for Love" hjá Carlsen við at trýsta her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. februar
Bolero - Clara Schumann
187200
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta í Kirkjubøar kirkju
187197
Leygardag 1. februar
Plátupanelið #026 (1985)
187182
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 2. februar
Ítróttafagnaðurin 2024
187188
Sunnudag 2. februar
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
187196
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109