- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nevningating um drápsroynd útsett tveir mánaðir
Nevningating um drápsroynd útsett tveir mánaðir
Bíðað verður eftir Rættarlæknaráðnum. Tveir menn eru skuldsettir fyri drápsroynd.
06.02.2018 - 10:52
Nevningatingið í Føroya rætti um hendingina 6.mai í fjør, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn, er útsett.
Tað skuldi byrja nú mánadagin, men byrjar ikki fyrr enn 16.apríl. Fimm dagar eru settir av til nevningatingið.
Orsøkin er, at Rættarlæknaráðið er biðið um at gera eina nýggja kanning og bíðað verður eftir henni.
Tveir menn eru skuldsettir fyri drápsroynd.
Politiið tók menninar, sum tá vóru 21 og 23 ára gamlir, ein tíma eftir álopið í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV