- Tíðindi, mentan og ítróttur
Túsundtals almenn starvsfólk í USA fáa onga løn
Sostatt noyðast túsundtals almenn starvsfólk at sita heima.
Upprunaliga skuldi senatið í nátt havt atkvøtt um fíggjarlógaruppskotið, soleiðis at stongsilin av almenna amerikanska geiranum verður tikin av í dag, - men semja er ikki um hana enn.
Atkvøðugreiðslan er fyribils flutt til klokkan 5 seinnapartin okkara tíð.
"Shutdown"
Fleiri almennir stovnar hava verið stongdir, eftir at USA fór í sonevnt "shutdown" leygarnáttina. Senatið feldi uppskot um fyribils at halda fram við verðandi skipan til miðskeiðis í februar, - í vón um, at tey tá eru vorðin samd um fíggjarlógina fyri 2018.
Um vikuskiftið hava bara nøkur fáa søvn og tjóðarlundir verið stongd. Men nú vikuskiftið er farið aftur um bak, fer stongsilin at raka munnandi harðari, nú fleiri hundraðtúsund starvsfólk hjá tí almenna mugu sita heima uttan løn í morgun.
Ósemja um tilflytarar
Stríðsspurningurin er trupla evnið um ólógliga tilflyting.
Sum treyt fyri at taka undir við at leingja fíggjarlógina krevja demokratarnir, at republikanararnir loyva 800-túsund ungdómum, sum ólógligar vórðu fluttir til USA sum børn, at verða vernadi í USA, - gjøgnum DACA-skipanina, sum Barack Obama setti í gildi.
Donald Trump, forseti, hevur sett úr gildi DACA. Men hann hevur fleiri ferðir sagt, at hann skilir tey ungu, og hann hevur sagt, at hann kann seta DACA í verk aftur, um demokratarnir taka undir við at herða reglurnar fyri tilflytarar og hvussu múrurin móti Meksiko skal fíggjast.
Ov fáa atkvøður
Fyri at fáa samtykt fíggjarlógina, skulu verða 60 móti 40 atkvøðum fyri at fáa meirluta í Senatinum, og republikanarar hava ikki nóg nógvar atkvøður einsamallir til at fáa hana samtykta.
Á atkvøðugreiðsluni leygardagin atkvøddu fýra republikanarar ímóti, men fimm demokratar vóru fyri.
Einki greitt svar
Formaðurin fyri demokratiska minnilutan, Chuck Schumer, sigur, at hann hevur roynt at fáa semju í lag, men at hann ikki hevur fingið greitt svar frá forsetanum. Trump er sjálvur undir stórum trýsti frá konservativu republikanarunum, sum eru í móti allari óskrásettari tilflyting.
Stongsilin fevnir tó ikki um herin, hóast starvsfólkini har heldur ikki fáa løn, fyrr enn óvissan er av.
Seinastu ferð almenni amerikanski geirin stóð við ongari fíggjarlóg var í 2013. Tá vóru meiri enn 800-túsund fólk koyrd heim fyribils.