- Tíðindi, mentan og ítróttur
ALS rinda eftirlønargjald frá 2019
ALS rinda eftirlønargjald frá 2019
Fer at kosta stovninum fleiri milliónir kr um árið, alt eftir arbeiðsloysinum
16.01.2018 - 08:01
Frá 1. januar skal ALS rinda eftirløn av arbeiðsloysisstuðulinum. ALS skal rinda 5 prosent fyrsta árið, og so skal eftirlønin hækka upp í 12 prosent í 2026.
Tað kemur fram í hoyringsskrivi sum ALS hevur sent til uppskotini um pensjónsnýskipan.
Tað fer at hava við sær, at útgjaldið úr ALS fer at hækka munandi komandi árini.
ALS vírir í hoyringsskrivinum á, at sum miðalútgjaldingarnar hava verið seinastu 10 árini, so hevði ALS rindað millum 8 og 19 milliónir kr um árið í eftirløn.
Arbeiðsloysisskipanin hevur eina uppgerð í hoyringsskrivinum, sum vísir, at stovnurin hevði havt goldið frá millum 3-4 milliónir kr og upp í 35 til 40 milliónir kr í eftirlønargjaldið um árið, alt eftir hvussu stórt arbeiðsloysið er.
Árini frá 2010 til 2012 hevði útgjaldið verið hægst, tí tá var arbeiðsloysið størst, stendur í hoyringsskrivinum frá ALS til pensjónsnýskipanina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV