- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spreinging í jarnbreytarstøð í Stokkhólmi
Spreinging í jarnbreytarstøð í Stokkhólmi
Svenska løgreglan kannar í løtuni orsøkina til spreinging í undirgrundarjarnbreytarstøðini Vårby Gård í Stokkhólmforstaðnum Huddinge fyrrapartin
Mynd: IBL/REX/Shutterstock
07.01.2018 - 14:01
Svenska løgreglan fekk fráboðanina klokkan 11:07, lokala tíð.
Tvey fólk - ein 60 ára gamal maður og ein 45 ára gomul kvinna - fingu skaða av spreingingini, og eru tey flutt á sjúkrahús. Serliga meint gekk spreingingini út yvir 60 ára gamla mannin, sum sambært svenska kringvarpinum fekk álvarsligar løstir.
Enn er lítið at frætta um orsøkina - men ein talsmaður fyri svensku løgregluna upplýsir, at alt bendir á, at okkurt slag av spreingievni er orsøk til spreingini.
Bumbuserfrøðingar kanna málið nærri, og jarnbreytarstøðin Vårby Gård í Huddinge, uttanfyri Stokkhólm, er fyribils stongd.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV