Undrast á framferðina hjá íslendsku stjórnini

Undrast á framferðina hjá íslendsku stjórnini
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum undrast stórliga á støðuna og kunningina hjá íslendsku stjórnini av fiskiveiðisamráðingunum
 
06.01.2018 - 10:09

- Føroyar mótmæla, at ein galdandi fiskiveiðiavtala er sett úr gildi, skrivar Høgni Hoydal í tíðindabrævi.

Samráðingarnar, sum vóru millum londini í Havn tann 13. desember, bóru ikki á mál. Avtalan var at halda fram við samskiftinum. Men millum jóla og nýggjárs eru sera óvanlig stig tikin frá íslendsku stjórnini, heldur landsstýrismaðurin. Millum annað hevur Ísland sett eina gjørda og galdandi avtalu um lodnufiskiskap fyri 2018 úr gildi.

- Føroya landsstýri undrast stórliga á hesa framferðina og mótmælir hesum óheimilaða stigi, skrivar landsstýrismaðurin, sum eisini hevur ráðført seg við uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum um málið.

Undir samráðingunum settu Føroyar enn einaferð fram sítt sjónarmið um ógrundaðu forðingarnar, sum Ísland krevur at verða í gildi fyri føroysk skip, ið fiska lodnu í íslendskum sjógvi.

Ísland krevur av føroyskum skipum, at eftir 15. februar kunnu tey bert landa ein triðing av lodnuni til virkingar til matna í Føroyum. Men hetta kravið er ikki heimilað sambært ásetingum í Hoyvíkssáttmálanum, heldur Høgni Hoydal.

Í seinastu samráðingum í 2017 varð avtalað, at Ísland skuldi taka stig til, at embætisfólk skuldu samráðast og gera eina niðurstøðu um hetta málið í seinasta lagi á sumri 2017. Tað var kortini ikki gjørt. Føroyar vilja eisini hava víðkaðar møguleikar hjá føroyskum skipum at fiska tosk í íslendskum sjógvi og bjóðaðu kvotur av uppsjóvarfiski afturfyri. Men Íslandi vildi á fundinum ikki gera avtalu um stig til at lætta um forðingarnar fyri føroysku lodnuskipini.

Afturímóti broyttum møguleikum at fiska tosk setti Ísland millum annað sum krav, at føroyska lodnukvotan skuldi minka sløk 20 prosent. Tað bar ikki til, so samráðingarnar vóru niðurlagdar fyribils.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981