- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bussur koyrdi inn í mannamúgvu í Moskva
Bussur koyrdi inn í mannamúgvu í Moskva
Ein bussur koyrdi inn í ein gongubreytartunnil í Moskva. Fimm fólk hava latið lív og í minsta lagi 10 fólk hava fingið skaða

Mynd: privat mynd
25.12.2017 - 14:36
Sambært russisku tíðindarásini, Russia Today, hendi hetta á Kutuzovsky Avenue, - nærindis jarnbreytarstøðini, Savyanski Bulvar í vestur Moskva, og talan um vanlukku, ikki um yvirgang.
Løgreglan arbeiðir við tveimum møguleikum, - annar er, at brek hevur verið í bremsuskipanini í bussinum, og hin er, at bussurin kann hava snarað undan einum øðrum bili.
Løgreglan hevur handtikið bussføraran.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV