- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðsloysið nærkast nullinum

Arbeiðsloysið kom niður á tvey prosent í november.
Tað var 2,2 prosent í oktober.
Talan er um árstíðarjavnað arbeiðsloysi.
Tað eru tøl, sum eru reinsað fyri árstíðaravvik, sum til dømis afturvendandi sveiggið í virkseminum millum vár og summar, heyst og vetur.
Hetta merkir, at til ber at hyggja eftir gongdini mánað fyri mánað, uttan at samanberingin verður órógvað av regluligum sveiggjum millum árstíðirnar, sigur Hagstovan.
557 arbeiðsleys
Í tali vóru 557 fólk fulltíðararbeiðsleys í november, 189 færri enn í november í fjør.
Munurin millum kynini er tann sami, 1,5 prosent hjá monnum og 2,5 prosent hjá kvinnum.
Minsta arbeiðsloysið er í Eysturoynni, 1,1 prosent.
Størsta arbeiðsloysið er í Suðuroynni, har var tað 4,6 prosent í november, men tað var oman fyri seks prosent í summar.
Minsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoynni og Norðstreymi, har tað bara var 0,6 prosent.
