- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýtt Barnaheim byggjast

Nýggja Barnaheimið skal liggja miðskeiðis í Havnini, og fer at kosta umleið 60. millónir krónur. Sambært uppskotinum verður virksemið á Barnaheiminum víðkað, soleiðis at umframt
núverandi pláss til børn og ung og tvær familjur, so verða eisini pláss til eftirvernd og fleiri pláss til familjuviðgerð.
Tórshavnar kommuna hevur víst á nøkur grundøki, sum eru egnaði at byggja nýtt barnaheim á. Eftir ætlan verður bygt miðskeiðis í Tórshavn. Byggingin fevnir um
sjálvan bygningin, atkomuna, uttanumøki og parkeringsøki. Bygt verður í tveimum hæddum. Samlað er talan um umleið 2000 fermetrar.
Komandi árini verður peningur settur av á fíggjarlógini til byggingina av Barnaheiminum. Í ár eru 200túsund krónur settar av, komandi ár 6 milliónir krónur og 2019 verða 13 milliónir settar av. Eisini fer peningur at vera settur av í 2020,2021 og 2022.
