Leita eftir ársins fyrstahjálpara

Leita eftir ársins fyrstahjálpara
Reyði Krossur leitar eftir uppskotum til ársins fyrstahjálpara
 
24.12.2017 - 11:15

Reyði Krossur Føroya sóknast eftir evnum at heiðra sum Ársins Fyrstahjálpara.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp.
 
Ársins Fyrstihjálpari fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og peningagávu frá Betri Trygging.

Reyði Krossur varpar við hesum tiltaki ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp, og at eggja fólki at læra seg fyrstuhjálp, so fleiri lív kunnu bjargast.

Einstaklingar, virki og stovnar kunnu lata inn uppskot.

Evstamark at senda Reyða Krossi inn uppskot er 19. januar. 

Týsdagin 27. februar verður so avdúkað, hvør verður Ársins Fyrstihjálpir, og tað tiltakið verður í hølunum hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka í Havn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962