Gera ikki meira við kærur um stjóran

Gera ikki meira við kærur um stjóran
Stjórin hevur tikið illgrunan um ógegni í álvara og gjørt tað, sum skal til, fyri at persónlig sambond ikki ávirka tíðindaflutningin, metur stýrið
 
21.12.2017 - 18:39


Stutt eftir at ætlanarskrivið um uppsøgn varð sent til Liljuna Weihe tíðindaleiðaran, varð Johnny í Grótinum, stjóri kærdur til stýrið av fleiri starvsfólkum í kringvarpinum.

Kærurnar snúðu seg í høvuðsheitum um, at stjórin hevði lagt seg út í tíðindaflutningin, og at stjórin var ógegnigur í einum ávísum málið, sum tíðindadeildin dekkaði.

Stýrið hevur viðgjørt kærurnar á fundi har frágreiðingarnar frá teimum ymsu pørtunum eru gjøgnumgingnar, og spurningar vórðu settir stjóranum hesum viðvíkjandi.

 

Stýrið er komið til ta niðurstøðu, at tað ikki er ein trupulleiki, at stjórin, sum hevur evstu rættarligu ábyrgdina fyri redaksjonella tilfarinum hjá kringvarpinum, er við í innanhýsis kjaki og orðaskifti um tíðindaflutningin.

Haraftrat, at tað at stjórin ikki hevur journalistiska útbúgving, ikki hevur givið stýrinum orsøk at seta honum serligar treytir ella avmarkingar í sínum dagliga virki.

 

Viðvíkjandi gegni er avgerandi, at stjórin sjálvur skilur, hvat ávirkar hansara gegni, og tekur avgerðir eftir hesum, sigur kringvarpsstýrið. 

 

Stjórin sjálvur sigur soleiðis ”Eg havi ikki luttikið á nøkrum redaktiónsfundi, har skattamálið er blivið umrøtt - hvørki áðrenn ella aftaná, at Jan Lamhauge tann 23. oktober, gjørdi meg varugan við ein møguligan gegnistrupulleika.”

Stýrið tekur hetta til eftirtektar, og metir at stjórin hevur tikið illgrunan um ógegni í álvara og gjørt tað, sum skal til, fyri ikki at persónligu sambond hansara ávirka tíðindaflutningin.

Kringvarpsstýrið ger ikki meira við umrøddu atfinningar ímóti kringvarpsstjóranum verður boðað frá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962