Ferja sokkin út fyri Filipsoyggjunum

Ferja sokkin út fyri Filipsoyggjunum
Fýra fólk eru druknað og 88 eru ikki komin aftur í aftur, eftir at ein ferja sakk útfyri býin, Real, á eysturstrondini, sunnanfyri høvuðsstaðin
Ferjan var á veg vekk frá oynni Polillo
 
21.12.2017 - 13:58

258 fólk vóru umborð. Bjargingarskip og tyrlur vóru send til økið, men illveðrið tarnaði bjargingini.

Ferjan fór at leka á leiðini frá oynni Polillo, skrivar AP-tíðindastovan. Ringt veður var á leiðini, tá ferjan fekk trupulleikar.

Talsmaður fyri sjóverjuna í Filipsoyggjum, Armand Balilo, sigur, at veðrið er helst høvuðsorsøkin til vanlukkuna. Hann leggur afturat, at skipið varð góðkent til 280 ferðandi, skrivar BBC.

Ein av teimum, sum slapp frá hendignini við lívinum, Donel Jade Mendiola, sigur, at tey høvdu siglt einar tveir tímar, tá ferjan kom í illveður og fekk trupulleikar.

Ferjan fekk motorskaða og fór at leka. Ferðafólkini fóru øll út í annað borðið, og tá tók hon nógvan sjógv inn og sakk, skrivar NTB-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962