- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið samtykt uppskot um lestrarstuðul
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/20150507_ordblind_faa_ov_seint_hjalp_214.jpg?itok=R9EbUC8w)
Tingið hevur endaliga samtykt uppskotið hjá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, um at lesandi á hægri lestri skulu fáa lestrarstuðul allar 12 mánaðirnar í árinum og samstundis lækka ferðastuðulin.
Eitt broytingaruppskot við triðju viðgerð frá Bjørn Kalsø, Jogvani á Lakjuni, Bill Justinussen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, um at varðveita ferðastuðulin óbroyttan, fall.
Ferðastuðulin hjá lesandi í Danmark hevur verið 2400 krónur, í Evropa 4.000 kr., og hjá teimum, sum lesa aðrastaðni, hevur ferðastuðulin verið 5.000 kr.
Við triðju viðgerð varð uppskotið hjá Rigmor Dam endaliga samtykt við teimum broytingum, sum meirilutin í mentanarnevndini skeyt upp við 2. viðgerð.
27 atkvøður vóru fyri, tríggjar ímóti, og tríggjar vóru blankar.
Við broytingini verður studningurin 4.315,00 kr. um mánaðin, og upphæddin til lestrarlán verðuyr í mesta lagi 2.419,00 kr. um mánaðin.
Ferðastuðulin hjá teimum, sum lesa í Danmark, lækkar 900 krónur, niður í 1500 krónur.
Landið væntar at spara 1,7 milliónir krónur um árið, tá ferðastuðulin lækkar, men at rinda studning alt árið kostar umleið 5 milliónir krónur.
Ein ferðaseðil aftur og fram til Danmarkar kann nú keypast fyri góðar 1200 krónur, varð upplýst í viðmerkingunum til lógaruppskotið, tá tað varð lagt fram.