- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fáa ikki løn fyri at vera heima hjá børnunum

Fólk, sum vera heima hjá børnunum í morgin og aðrar dagar, tí verkbann er lýst móti limunum í Pedagogfelagnum, fáa ikki løn, uttan so at fráveran er lóglig, so sum sjúka.
Fólk kunnu eisini brúka frídagar ella avspáking.
Men eru fólk heima bara fyri at vera hjá børnunum, fáa tey ikki løn, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, sum er arbeiðsgevari hjá teimum alment løntu.
Sama á privata arbeiðsmarknaðinum
Føroya arbeiðsgevarafelag hevur somu støðu.
Felagið sigur við limir sínar, at sannlíkt er, at hóast arbeiðssteðgurin er á almenna arbeiðsmarknaðinum, fer hann at ávirka privatu vinnuna, tí at fólk ikki fáa síni børn ansað.
Gjørt verður tí vart við, at fólk, sum ikki sleppa til arbeiðis, tí tey onga barnaansing hava, ikki hava rætt til løn hesa tíðina, tey eru burturi.
