Eingin semingsroynd í dag, tí einki er broytt

Eingin semingsroynd í dag, tí einki er broytt
Verkbannið hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum byrjar í morgin ári
Barnagarðarnir vera stongdir í morgin.
 
13.12.2017 - 10:05

Semingsstovnurin fer ikki at kalla Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum, til fundar í dag, nú Kommunala arbeiðsgevarafelagið hevur lýst verkbann fyri námsfrøðingar og hjálparfólk á kommunalu dagstovnunum og í dagrøktarskipanum.

Verkbannið byrjar klokkan sjey í morginári.

Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at Semingsstovnurin hevur onga ábending fingið um, at nakað er øðrvísi nú enn leygarkvøldið, tá allir partar vrakaðu semingsuppskotið.

Partarnir vita, at teir kunnu altíð ringja til Semingsstovnin, um teir hava okkurt nýtt at leggja á borðið, sigur Terje Sigurðsson. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. februar
Vikuskiftið 21 februar 2025
188133
Fríggjadag 21. februar
Morgunlestur fríggjadagur 21.februar 2025
186661
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962