- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin landsroynd í 2018

Rigmor Dam, landsstýriskvinna, mælti annars í sínum uppskoti til, at tað í ávísum førum skuldi bera til at víkja frá kravinum um landsroyndir.
Mentanarnevndin hjá Løgtinginum viðgjørdi uppskotið, men var ikki samd við landsstýriskvinnuna.
Nevndin tosaði við Kommunufelagið, Heim og Skúla, Námsvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, Lærarafelagið, Skúlaleiðarafelagið og landsstýriskvinnuna í mentamálum.
Hoyringin gav ábendingar um, at semja er um, at landsroyndir eiga at halda fram, men brúk er fyri skotbrái at finna røttu KT-loysnina og eftirmeta landsroyndirnar sum heild.
Tí helt Mentanarnevndin, at rættast er at avmarka lógarbroytingina til skúlaárið 2017-2018.
Nevndin mælir tí til, at lógarbroytingin verður bara galdandi frá 1.januar til 1.juli 2018.
Tí ber bara til næsta vár í ávísum førum at víkja frá kravinum um landsroyndir.
