Reyðberg: Strórreiðarar nýtast ikki at stúra

bannari
Reyðberg: Strórreiðarar nýtast ikki at stúra
- Fiskivinnan hevur ongantíð havt betri møguleikar at standa ímóti enn nú, sigur Eyðfinn Reyðberg, fyrrverandi stjóri í Norðoya sparikassa
 
01.12.2017 - 12:48

- Hugsa vit um kapping frá nýggjum reiðarum, so hava fýra tey størstu reiðaríini yvirhøvur einki at óttast, sigur Eyðfinn Reiðberg, siviløkonomur og fyrrverandi stjóri í Norðoya Sparikassa í samrøðu við Sosialin.

Varðin, JFK, Palli hjá Mariannu og Framherji fáa einans kapping, um fáu føroyingarnir, sum eiga nógvar pengar, velja at fara inn í vinnuna, ella um vit hava føroyingar, sum virka sum strámenn fyri útlendskar fyritøkur, sigur hann.

Roknskapirnir hjá fýra teimum størstu feløgunum siga hesa søguna.

Nettosølan er vaksin við 60 prosentum frá 2012 til 2016. Somuleiðis er framleiðslukostnaðurin vaksin við 60%. Og lønarútreiðslurnar eru eisini vaksnar við smaúm 60% hetta tíðarskeiðið. Og undir einum er ársúrslitið hjá fýra teimum størstu reiðaríunum í Føroyum vaksið heili 232% og eginpeningurin 177%.

Skulu ikki óttast kapping

- Hendan áralanga framgongdin er eindømi, tá tað kemur til fíggjarlig úrslit, sigur Eyðfinn Reyðberg við Sosialin. Hann leggur afturat, at hesin parturin av fiskivinnuni næstan ikki tørvar bankar at fíggja íløgur, men kann fíggja íløgurnar sjálvur.

- Vanligt er, at tað tekur eini 12-15 ár at afturgjalda nýggj skip. Í hesum førinum høvdu reiðaríini klárað tað eftir í mesta lagi 4-5 árum, sigur Eyðfinn Reyðberg.

Hann heldur tí, at hesi fýra reiðaríini yvirhøvur ikki nýtast at óttast kaping frá øðrum føroyskum reiðaríum.

- Tí eingin annar hevur nakran kjans at koma inn í kappingina, sigur Eyðfinn Reyðberg, siviløkonomur og fyrrverandi sparikassastjóri við Vikuskiftissosialin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371