Í lagi at ala á Víkum, sigur Umhvørvisstovan

Í lagi at ala á Víkum, sigur Umhvørvisstovan
Loyvini hjá Luna at ala á Sørvágsfirði og á Víkum eru endurnýggjað
 
28.11.2017 - 12:32

Umhvørvisstovan heldur, at aling á Víkum í Vágum er í lagi.

Umhvørvisstovan hevur dagført og endurnýggjað umhvørvisgóðkenningina, sum er latin aliloyvunum hjá P/f Luna á Sørvágsfirði og á Víkum. 

Í góðkenningini er serligur dentur lagdur á, at alingin og tey evni, sum brúkt verða í alingini, ikki hava árin á umhvørvið.

Forða fyri dálking

Umráðandi er, sigur Umhvørvisstovan, at øki til aling verða vald soleiðis, at dálking frá alingini ikki hópar seg upp.

Aliøkið á Víkum er nýtt aliøki. 

Aldu- og streymviðurskiftini har eru kannað. Niðurstøðan er, at sjógvútskiftið er gott. 

Tí heldur Umhvørvisstovan, at økið kann brúkast til aling uttan vanda fyri, at dálking hópar seg upp á botni.

Ikki uttan treyt

Treytir eru tó við loyvinum. 

Luna skal kanna botnin regluliga, bæði inni á aliøkinum og uttanfyri.

Um tað vísir seg, at dálkingin verður ov stór, kann Umhvørvisstovan krevja, at ætlaða nøgdin at seta út verður minkað, ella hon kann seta forboð fyri, at felagið setur fisk út aftur í økinum ella í partar í økinum.

Kann kærast

Góðkenningin hjá Umhvørvisstovuni kann kærast til landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum. Kærufreistin er 27.desember.

Øll kunnu tó ikki kæra. Bara tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri. 

Alingin á Víkum er í løtuni til viðgerðar í Yvirfriðingarnevndini.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859