Viðgera uppskot um veiðigjald

bannari
Viðgera uppskot um veiðigjald
Í dag viðger vinnunevndin uppskotið um veiðigjald í samband við uppskotið um fiskivinnunýskipanina
 
27.11.2017 - 09:46

Vinnunevndin viðger í dag uppskotið frá landsstýrinum um veiðigjald, sum hevur samband við uppskotið um fiskivinnunýskipan, og uppskotið um at taka av avreiðingargjaldið fyri makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum.

Skotið verður upp at taka avreiðingargjaldið fyri at landa uttanlands av, tí tað er ikki sannlíkt, at skipini megna at fiska alla kvotuna av norðhavssild í ár. Móttøkuorkan á landi er skerd, m.a. tí at Varðin Pelagic brann í grund, og kvotan er eisini størri í ár.

Nakað er eftir av makrelkvotuni í ár, og ætlanin er eisini, at kvotan fyri 2017 kann flytast til næsta ár.

Reiðarafelagið, Numo, Maskinmeistarafelagið og Búskaparráðið eru biðin um at koma á fund í vinnunevndini at siga sína hugsan um uppskotini.

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Taks, landsstýrismaðurin í fiskvinnumálum og Vørn hava eisini fingið fundarboð frá vinnunevndini.

Fiskivinnunýskipanin er eisini á skránni fyri fundin hjá vinnunevndini í dag. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371