Raðfesta samstarv við sosialdemokratar

Raðfesta samstarv við sosialdemokratar
Flokkurin hjá Angelu Merkel, samveldiskanslara í Týsklandi, fer nú at raðfesta stjórnartingingar við sosialdemokratiska flokkin
 
27.11.2017 - 09:33

Leiðslan í CDU hevði fund í Berlin í gjár, og har varð einmælt samtykt at miða eftir einari breiðari samgongu millum CDU og SPD.

Síðani valið í Týsklandi í heyst, hevur Angela Merkel roynt at skipa stjórn saman við Fríu demokratunum og Grøna flokkinum, men tað hevur ikki eydnast.

Síðani hesar samráðingarnar slitnaðu, hevur sosialdemokratiski flokkurin verið undir stórum trýsti.

CDU og SPD hava sitið í stjórn seinastu átta árini, men á valinum 24. septembur hevði sosialdemokratiski flokkurin stóra afturgongd.

Valkvøldið kunngjørdi nýggi formaðurin í SPD, Martin Schultz, at flokkur hansara fór í andstøðu, men síðani hevur Schlutz kortini bent á, at hann er fúsur at samráðast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878