- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður hevur onga viðmerking
Klokkan ellivu leygarkvøldið fóru teir báðir samgonguleiðararnir á fund við Jenis av Rana og Bill Justinussen. Fundurin vardi í umleið tríggjar tímar.
Kringvarpið royndi allan dagin í gjár at fáa fatur á Akseli V. Johannesen og Høgna Hoydal, men hvørgin teirra tók telefonina.
Aksel V. Johannesen tekur heldur ikki telefonina fyrrapartin, men umvegis kunningarfólk í Tinganesi fáa vit tey boðini, at løgmaður hevur onga viðmerking til málið.
18 punkt til nýtt samgonguskjal
Miðflokkurin fer seinnapartin á fund við sítt "bakland" fyri at tosa um møguleikarnar fyri, at flokkurin fer í samgongu.
Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, leggur dent á, at talan verður um nýggja samgongu og ikki víðkan av verandi samgongu.
Miðflokkurin hevur latið løgmanni 18 punkt, sum flokkurin vil hava við í eitt nýtt samgonguskjal.
Fólkaatkvøða um hjúnabandslógina
Hesi punkt siga millum annað, at uppboðssøluparturin skal minka munandi, um Miðflokkurin skal vera við til at gera fiskivinnunýskipanina, umframt at reglurnar um antitrust skulu vera munandi linari.
Miðflokkurin vil eisini hava eina fólkaatkvøðu næsta ár um broytingarnar, sum eru framdar í hjúnarbandslógini.
Og Miðflokkurin ynskir, at skattafría grundarupphæddin skal fáa frið, og hon skal hækkast til tað støðið, hon var á, áðrenn samgongan lækkaði hana.
Afturat hesum vil Miðflokkurin hava ein landsstýrissess og nevndarsess. Og sunnunáttina setti Miðflokkurin fram ynski um ein skattalætta til lág- og miðallønt.
Kristin undrast
Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, segði við Vágaportalin í gjárkvøldi, at hann undrast á stigið hjá løgmanni at samráðast við Miðflokkin.
- Samgongan vil ikki samráðast um 1-2 punkt hjá okkum, sum vit eru ósamdir um, men um eini 20 punkt hjá Miðflokkinum. Tað undrar meg og eg standi spyrjandi, sigur Kristin Michelsen við Vágaportalin.