Týskland framvegis í stjórnarloysi

Týskland framvegis í stjórnarloysi
Slakar tveir mánaðir eftir valið til samveldistingið, er framvegis ógreitt, hvør skal manna nýggju stjórina í Týsklandi
 
16.11.2017 - 07:54

Í dag verður helst greitt, um verðandi tingingar føra á mál.

- Tað verður alsamt greiðari, at ein stjórn við Kristindemokratum, Liberalum og Grønum, fer at fáa tað stríggið. Tí skulu ávísir flokkar endurskoða politsku kós sína, um vit vilja samráðast við tey, segði Andreas Scheuer, aðalskrivari fyri bayirsku Kristindemokratarnar.

Atfinningar hansara eru serliga ætlaðar Grøna flokkinum, sum millum annað er í móti pørtum av flóttafólkapolitikkinum hjá Kristindemokratunum, - m.a. núverandi herdu reglunum fyri familjusamaføring.

Ymsik mál

Eisini eru umhvørvis og veðurlagsmál trupul at semjast um, og her hevur størsta ósemjan verið millum Grøna flokkin og Liberalu.

Grøni flokkurin krevur, at tey tjúgu dálkandi kolverkini í Týsklandi verða stongd. 

Hetta kravið noyðist Grøni flokkurin helst at sleppa, tí Liberalu og Kristindemokratarnir vilja heldur verja vinnuna og arbeiðsplássini.

Flokkarnir, sum samráðast, hava higartil verið samdir í teimum meira einføldu spurningunum, millum annað um tilgildin og skúlamál.

Merkel hevur eittans mál

Angela Merkel, samveldiskanslari, hevur higartil - úteftir í hvussu er, hildið lágan profil í samráðingunum.

Har bayirsku kristindemokratarnir hava verið greiðir í sínum máli, hevur CDU verið ógreiðari.

Tí er spurningurin, um størsta málið hjá Angelu Merkel er at fáa eina stjórn, so hon kann halda fram sum samveldiskanslari.

Í morgin skal úrslitið av samráðingunum leggjast fram fyri flokkarnar, og út frá tí verður gjørt av, um veruligar stjórnartingar eru gongd leið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Morgunlestur mánadagur 17.februar 2025
186670
Sunnudag 16. februar
Bolero - Bartok, Hindemith og Rota
187832
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187830
Sunnudag 16. februar
Kallið: Vit mugu kenna ábyrgd
187771
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762