- Tíðindi, mentan og ítróttur
SU átalar tingmenn hjá Javnaðarflokkinum
Tey sipa til, at Kristin Michelsen og Bjarni Hammer ikki taka undir við uppskotinum um fiskivinnunýskipan, sum landsstýrið hevur latið løgtinginum.
- Vit standa vónsvikin og kunnu bara hyggja at, meðan limir í okkara egna flokki bróta semjur, siga tey í Sosialistiskum Ungum.
Sambært ungmannafelagnum spenna teir bein fyri, at fólksins ríkidømi verður verandi á nøkrum fáum hondum, heldur enn at fíggja vælferðina í Føroyum.
- Tað klæðir ikki so avgjørt ikki Javnaðarflokkinum at vera orsøkin til, at skríggjandi neyðin hjá pørtum av samfelagnum skal halda fram, halda tey í Sosialistiskum Ungum og sipa til, at tað er ikki nóg mikið av bústøðum, at Landssjúkrahúsið má fáa eykajáttan at kalla hvørt ár, og at lestrarumhvørvið í Føroyum ikki er kappingarført.