- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur ikki undirtøku fyri fiskivinnunýskipanini
Tað gongst striltið hjá Vinnunevndini at skriva álit um fiskivinnunýskipanina.
Sum skilst er ikki full semja um fiskivinnunýskipanina. Sambært keldum, sum útvarpið hevur tosað við eru tingfólk í Javnaðarflokkinum ivingarsom um partar av uppskotinum.
Verðandi fiskivinnulóggáva fer úr gildi um sjey vikur, tað er á nýggjárinum, og tá ætlar samgongan at nýskipanin skal koma í gild.
Uppskotið um fiskivinnunýskipan hevur ligið í Vinnunevndini í nærum tveir mánaðir, og nógv hava verið inni til hoyringar, men nevndin hevur framvegis onki álit skrivað.
Bjørt Samuelsen, forkvinna í Vinnunevndini, vil ikki siga, nær nevndin kemur við einum áliti.
"Tíverri ber framvegis ikki til at siga, nær álitið kemur," sigur Bjørt Samuelsen í dag.
Onki bendir á, at álitið kemur í bræði, tí ongin nýggjur fundur er ásettur í Vinnunevndini, og tí kemur uppskotið væntandi heldur ikki í komandi viku.
Løgtingið kann atkvøða um at fáa eitt mál úr nevnd, tá málið hevur ligið ein mánaða í nevnd.
Aksel V Johannesen, løgmaður vil ikki viðmerkja áhaldandi søgurnar um, at hann ikki hevur meiriluta fyri fiskivinnunýskipanaruppskotinum longur, og tað er ikki eydnast okkum at fáa samband við hinar báðar flokksformennirnar í samgonuni, Høgna Hoydal og Poul Michelsen.