Eyðgunn Samuelsen: Betri at vera pensjónistur

bannari
Eyðgunn Samuelsen: Betri at vera pensjónistur
Fíggjarliga grundarlagið hjá pensjónistum verður styrkt og fólk verða eggjað til at arbeiða meira, sigur Eyðgunn Samuelsen, landstýriskvinna
Mynd: Almannaráðið  
 
03.11.2017 - 12:28

Fyrrapartin varð pensjónsnýskipanin lagt fram. Yvirskipaða málið við pensjónsnýskipanini er - sambært landsstýriskvinnuni - at gera skiftið frá arbeiðsmarknaðinum til pensjónstilveruna meira smidligt.

Hóast pensjónsaldurin hækkar, so verður tað í framtíðini betri at vera pensjónistur.

SÍ EISINI: Pensjónsaldurin hækkar

Fíggjarliga grundarlagið hjá pensjónistum verður styrkt, fólk verða eggjað til at arbeiða meira, samstundis sum tey niðurslitnu verða loftað.

Tað sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almennamálum, sum fyrrapartin legði fram pensjónsnýskipanina.

Útgjaldið hækkar

Sambært nýskipanaruppskotinum verður Samhaldsfasti í størri mun enn ídag fíggjarliga grundarlagið hjá pensjónistum at liva av.

Útgjaldið hækkar við 1600 krónum fram til 2020. Og so ætlar landsstýrið, at í framtíðini skulu allar veitingar frá tí almenna prístalsregulerast.

Pensjónistarnir skulu merkja ein bata, longu næsta ár, lovar landsstýriskvinnan.

- Man ger eitt lyft beint nú, við at man hækkar tað, sum pensjónistarnir koma at hava eftir at liva av við 1000 krónum aftaná skatt, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Men rokningin skal eisini gjaldast. Øll skulu, sum útgangsstøði, arbeiða longri.

Møguleika at framskunda pensjónina

Men øll orka ikki at arbeiða meira enn tey gera ídag. Tey orka so dánt at arbeiða, til tey eru 67.

Hesi skulu, sambært Eyðgunn Samuelsen, fáa møguleika at framskunda sína pensjón við upp til trimum árum - tann skipanin byggir á verandi fyritíðarpensjón:

- Sjálvt um øgiliga nógv arbeiða, so er ein fjórðingur av teimum, sum eru 65 og 66 í dag fyritíðarpensjónistar. Tað vil siga, at vit hava eitt slag av framskundaðari pensjón í dag, og tað vilja vit varðveita, sigur landstýriskvinnan. 

Sambært landsstýriskvinnuni er yvirskipaða endamálið við pensjónsnýskipanini at gera skiftið frá arbeiðsmarknaðinum til pensjónstilveruna meira smidligt.

Tey, sum kenna seg vera væl fyri, skulu hava møguleikan at útseta sína pensjón - og harvið fáa størri útgjald, tá tey einaferð pensjónerast.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. januar
Morgunlestur: Mánadagur 13.januar 2025
186197
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081