Vilja basa misnýtslu

Vilja basa misnýtslu
Kommunustýrið í Kujalleq í Grønlandi fer nú undir serlig átøk fyri at basa vaksandi misnýtsluni av rúsandi evnum í kommununi
 
07.10.2017 - 10:30

Kommunustýrið í Kujalleq í Grønlandi fer nú undir serlig átøk fyri at basa vaksandi misnýtsluni av rúsandi evnum í Narsaq og í hinum bygdunum og býunum í kommununi har suðuri í landinum.

KNR skrivar, at fyri árslok skal verða greitt at fara undir sosialu átøkini.

- Hinar bygdirnar og býirnir hava sjálvandi eisini trupulleikar, men vit skjóta upp at byrja í Narsaq, sigur Monica Dorph, kommunustýrislimur fyri Siumut, við grønlendska kringvarpið.

Formaðurin í sosialu nevnd í Kujalleq kommunu, sum býr í Narsaq, sigur, at hon kennir sera væl trupulleikarnar í gerandisdegnum.

- Tíverri er ógvusliga misnýtslan sera sjónlig, og harafturat hava vit eisini bústaðartrot, og fólk eru heimleys, sigur Karla Egede Bisgaard.

Eisini verður hildið, at arbeiðsloysi er kjarnin í trupulleikunum.

- Tá Neqi letur aftur um heystið, veksur arbeiðsloysið. Tá millum 60 og 70 persónar ganga arbeiðsleysir, so vaksa trupulleikarnir og verða ein fíggjarliig byrða fyri kommununa, sigur Monica Dorph.

Kommunustýrið fer at samstarva við landsstýrið um at tryggja varandi arbeiðspláss í økinum, skrivar KNR.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962