- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uttanumtos sigur Annika um Kristinu
Uttanumtos kallar borgarstjórin í Tórshavnar kommunu, Annika Olsen, tað, sum Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, segði í Útvarpinum í gjár um kommunuskattin.
Landið ætlar at geva fyritíðarpensjónistum 1000 kr. meira um mánaðin.
Tað kostar kommununum 25 mió. kr. í skattainntøkum.
Men samanumtikið geva átøkini hjá landsstýrinum í øllum valskeiðinum kommununum fleiri pengar, segði Kristina Háfoss.
Hon skilir ikki, hvat eitt greitt fíggjarligt ábyrgdarbýti millum land og kommunur merkir, sigur Annika Olsen.
Samhaldsfasti
Millum annað segði Kristina Háfoss, at kommunurnar fáa meira skatt, tá útgjaldið úr Samhaldsfasta hækkaði í fjør.
Men tað eru arbeiðstakarar og arbeiðsgevarar, sum gjalda Samhaldsfasta, sigur Annika Olsen.
Hví skal tað geva landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum rætt til at senda kommununum eina rokning upp á 25 mió. kr., spyr Annika Olsen.
Hon sigur eisini, at undanfarna samgonga gav fólkapensjónistum størri viðbót.
Ábygd og fígging fylgjast
Hetta gav landi og kommunum størri skattainntøkur.
Men hví gevur hetta landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum rætt til at senda kommununum eina rokning upp á 25 mió. kr., spyr Annika Olsen.
Hon sigur, at land og kommunur mugu sjálvi fíggja tey øki, sum tey hvør í sínum lag hava ábyrgd av.
Landið hevur ábygd av fyritíðarpensjónistum.