Seldu sild og svartkjaft fyri 13 mió. kr.

Seldu sild og svartkjaft fyri 13 mió. kr.
Uppboðssølurnar, sum hava verið, hava givið landskassanum umleið 123 milliónir kr.
Arctic Voyager keypti bæði norðhavssild og svartkjaft
 
19.09.2017 - 16:23

Selt varð fyri umleið 12,7 milliónir krónur á fjórðu opnu uppboðssøluni á Fiskamarknaðinum í dag.

8.500 tons av norðhavssild vórðu seld fyri knappar 10,3 milliónir krónur. Meðalprísurin var 1,21 krónur kilo.

9.300 tons av svartkjafti vórðu seld fyri góðar 2,4 milliónir krónur. Meðalprísurin var 25 oyru.

Christian í Grótinum keypti 450 tons av norðhavssild, Borgarin 1.800 tons, Norðoyingur 1.450, Næraberg 800, Fagraberg 1.000 tons, Nýborg 500 tons, og Arctic Voyager keypti 2.500 tons av norðhavssild.

Borgarin keypti 400 tons av svartkjafti, og Arctic Voyager keypti 8.897 tons. 

Við søluni í dag hevur landskassin fingið umleið 123 milliónir í inntøku frá uppboðssølunum, sum hava verið.

Seinasta uppboðssølan á hesum sinni verður hósdagin.

Tá verða seld 9.300 tons av svartkjafti og 8.500 tons av norðhavssild á afturlatnari uppboðssølu, sum Vørn stendur fyri.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151