- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaðurin svaraði ógreitt
Høgni Hoydal, landstýrismaður, var ikki nóg greiður, tá hann svarði fyrispurningi um antitrust partin í uppskotinum um fiskivinnunýskipanina.
Tað er niðurstøðan hjá meirlutanum í landsstýrismálanevndini. Men nevndin metir ikki, at grundarlag er fyri at siga, at landsstýrismaðurin hevur givið løgtinginum skeivar ella villeiðandi upplýsingar.
Í niðurstøðuni sigur meirlutin, Magnus Rasmussen og Annita á Fríðriksmørk, at atlit má takast til, at talan er um ein ófráboðaðan fyrispurning, sum landsstýrismaðurin ikki hevur møguleika til at fyrireika seg upp á, áðrenn hann skal svara. Landsstýrismaðurin hevur sera avmarkaða tíð at svara, men hóast tað, eigur landsstýrismaðurin at svara satt og so nágreiniliga, sum til ber. Meirilutin metir svarið hjá landsstýrismanninum vera ógreitt og í ávísum førum fløkjasligt, soleiðis at svarið tí lættliga kann tulkast ymiskar vegir, og tað er sera óheppið, metir meirlutin.
Meirilutin metir tó, at landsstýrismaðurin átti at verið so mikið væl inni í lógaruppskotinum, at hann kundi svarað meira nágreiniliga upp á spurningin, eftirsum júst støðan hjá verandi aktørum í vinnuni var so nógv í fokus. Tað er tí undrunarsamt, at landsstýrismaðurin ikki lýsti tær avleiðingar,
sum vinnan hevði víst á, heldur meirlutin.
Hóast hetta, so metir meirilutin tó ikki, at grundarlag er fyri at siga, at landsstýrismaðurin tilætlað ella av grovum ósketni hevur givið Løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar. Grundarlag er tískil ikki fyri at siga, at brot er framt á lóg um ábyrgd landsstýrisins.
Minnilutin, Jógvan Skorheim, hevur ikki gjørt niðurstøðu í málinum, og sigur í skrivinum, at hann heldur ikki ætlar sær at gera niðurstøðu í øðrum málum frameftir. Jógvan Skorheim segði seg herfyri frá, sum formaður í Landsstýrismálanevndini.