Fyrrverandi politiovasti 21 ára fongsul

Fyrrverandi politiovasti 21 ára fongsul
Eirik Jensen, sum var nógv virdur politiovasti í Noregi, er dømdur fyri hassjsmugling og mutur. Høvuðsmaðurin í smuglaramálinum fekk 15 ára fongsul
Eirik Jensen varð dømdur harðastu revsing í býarrættinum í Oslo
Mynd: NTB/Scanpix  
 
18.09.2017 - 15:25

Ein fyrrverandi norskur politiovasti er dømdur 21 ára fongsulsrevsing í einum máli um hassjsmugling og mutur, sum verður mett at vera tað størsta í Noregi yvirhøvur.

59 ára gamli Eirik Jensen er funnin sekur í ákæruni um umfatandi hassjsmugling. Og 50 ára gamli Gjermund Cappelen, sum var høvuðsmaður í smuglaramálinum, er dømdur 15 ára fongsulsrevsing. 

Dómarin í býarrættinum í Oslo sigur eisini, at prógv eru fyri, at fyrrverandi politiovastin hevur fingið gávur og peningaupphæddir fyri í minsta lagi 668.000 krónur frá smuglaranum.

Gjermund Cappelen hevur hjálpt løgregluni at uppklára málið. Hann hevur játtað seg sekan. 

Tikin í 2014

Eirik Jensen var, áðrenn hann varð tikin í 2014, ein væl lýddur løgreglumaður, sum hevur fingið heiður bæði frá kongshúsinum og løgmálaráðnum.

Hann hevði eisini ein týðandi leiklut í stríðnum móti skipaðum kriminaliteti.

Málið, sum hann nú er dømdur fyri, kom undan kavi, tá ein Gjermund Cappelen varð tikin í 2013 við 109 kilo av hassji. 

Politiovastin hjálpti til

Gjermund Cappelen greiddi frá, at tað hevði eydnast at smugla hassjið, tí løgreglumaðurin hevði hjálpt sær. Og løgreglumaðurin gav eisini smuglaranum upplýsingar, so løgreglan ongantíð fekk frænir av honum.

Eirik Jensen varð ákærdur fyri mutur av grovasta slag, og fyri at hava verið uppií, tá umleið 14 tons av hassji vórðu smuglað til Noregs. 

Eirik Jensen hevur alla tíðina noktað seg sekan. 

Tá løgreglan kannaði peninganýtsluna hjá fyrrverandi politiovastanum, kom hon eftir, at hann hevði brúkt í minsta lagi 1,6 milliónir kr. meira enn hann segði seg eiga. 

Bæði Eirik Jensen og Gjermund Cappelen siga, at teir umhugsa at skjóta dómin í býarrættinum í Oslo í dag inn fyri hægri rætt. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962