- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ritan aftur í sigling leygardagin
Ritan aftur í sigling leygardagin
Strandfaraskipið hevur verið til árligt eftirlit á Mest í Havn

Ritan, sum hevur verið á sleipistøð í Havn, fer nú aftur í sigling
14.09.2017 - 13:53
Ritan fer aftur í sigling leygardagin.
Ritan hevur seinastu tvær vikurnar verið á sleipistøð í Havn til árligt eftirlit.
Ein skaði á skipssíðuni, sum Ritan fekk við bryggjuna í Fugloy, er eisini umvældur.
Fendararnir eisini skiftir
Fendararnir, sum verja skipið fyri stoyti, eru eisini skiftir. Tað verða teir á hvørjum ári, sigur Jóan Petur Arbrahamsen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni.
Umvælingin verður liðug í annaðkvøld, og Ritan fer í sigling aftur leygardagin.
Jósup hevur røkt farleiðina, meðan Ritan hevur á sleipistøð.
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV