Prísurin á sild lækkaði á uppboðssøluni

Prísurin á sild lækkaði á uppboðssøluni
Prís á afturlatnu uppnoðssøluni var 34 oyru lægri fyri kg, enn á uppboðssøluni týsdagin. Svartkjaftaprísurin var tann sami, 23 oyru fyri kg
 
14.09.2017 - 15:51

Prísurin á norðhavssild lækkaði á afturlatnu uppboðssøluni í dag, samanborið við prísin á opnu søluni týsdagin.

Í dag var prísurin 1,20 kr fyri kg, men prísurin týsdagin var 1.54 kr fyri kg, ella 34 oyru minni.

Svartkjafturin varð seldur fyri sama prís sum týsdagin, 23 oyru fyri kg.

Seld vórðu 9.000 tons av norðhavssild fyri 10,8 milliónir kr og 9.000 tons av svartkjafti fyri góðar 2 milliónir kr. Tilsamans gav sølan í dag slakar 13 milliónir kr.

Fimm skip keyptu norðhavssildina: Borgarin 3.000 tons, Hoyvík 2.600 tons, Næraberg 1.500 tons, Norðingur 1.500 tons og Fagraberg 400 tons.

Fimm skip keyptu eisini svartkjaftin: Borgarin 2.500 tons, Jupiter 2.000 tons, Tummas T 2.000 tons, Norðingur 1.500 tons og Næraberg 1.000 tons.

Higartil hevur landskassin fingið einar 110 milliónir kr fyri sølu á uppboðssøluni.

Seinastu uppboðssølurnar av fiskirættindum á hesum sinni vera týsdagin 19. september og hósdagin 21. september. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 23. februar
Guðstænasta úr Norðskála kirkju
188168
Sunnudag 23. februar
Steypafinalan: H71 - VÍF
188164
Sunnudag 23. februar
3-2
188163
Leygardag 22. februar
Steypafinalan hjá kvinnum: Neistin - Kyndil
188160
Leygardag 22. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188151