Yvirlit: Høgni sagt fólkatingssessin frá sær

Yvirlit: Høgni sagt fólkatingssessin frá sær
Magni Arge hevur fingið sessin hjá Høgna Hoydal í fólkatinginum, so hann kann fáa farloyvi, tá hann vil. Sí yvirlit yvir gongdina í málinum her
 
14.09.2017 - 17:30

Høgni Hoydal boðaði í dag frá, at hann sigur sessin í Fólkatinginum frá sær.

Í summar boðaði Magni Arge frá, at hann vil sleppa í løgtingið. Magni Arge er valdur í løgtingið, men hevur sitið á fólkatingið fyri Høgna Hoydal, sum er landsstýrismaður og formaður í Tjóðveldi.

Men eingin loysn hevur verið at hómað hesar seinastu mánaðirnar, har Magni Arge hevur sitið í løgtinginum og á fólkatingi, hóast Tjóðveldi upp til valið í september 2015 segði, at teirra tinglimir ikki skulu hava dupultsessir - hetta stendir eisini í samtyktunum hjá flokkinum.

Hetta vallyftið hevur verið brotið í fleiri mánaðir, men í dag boðaði Høgni Hoydal so frá, at hann letur Magna Arge fáa sín sess í fólkatinginum. Magni Arge kann - um hann er valdur í fólkatingið fara í farloyvi frá fólkatinginum, tá hann vil, og í løgtingið. 

Í slíkum førum, skal Tjóðveldi so aftur finna eina varalim fyri Magna Arge.

Her er eitt yvirlit yvir gongdina í málinum, sum nú hevur ført við sær, at formaðurin í Tjóðveldi mátti lata Magna Arge sín fólkatingssess:

 

Juni 2015 - Fólkatingsval: Á fólkatingsvalinum 18. juni 2015 varð Høgni Hoydal fyrstvaldur við 1477 atkvøðum, og Magni Arge gjørdist nummar tvey við 1082 atkvøðum. Undir valstríðnum segði Tjóðveldi, at ikki bar til at vera í tveimum sessum samstundis - sí filmsbrot niðanfyri

Á valskránni til fólkatingsvalið skrivaði Tjóðveldi, at tey høvdu greiðar linjur viðvíkjandi dupultum tingsessum:

 

September 2015 - Løgtingsval: Á løgtingsvalinum 1. september 2015 blivu bæði Høgni Hoydal og Magni Arge valdir í Løgtingið. Tá samgonga varð skipað, fór Høgni Hoydal í landsstýrið og tók farloyvi úr Fólkatinginum.

Oktober 2015: Høgni Hoydal hevur biðið um farloyvi úr fólkatinginum, tí hann er vorðin landsstýrismaður. Magni Arge gerst fólkatingsmaður, sum varamaður fyri Høgna Hoydal

August 2016: Men í fjør bað Magni Arge um farloyvi úr fólkatinginum, tí hann vildi aftur í løgtingið eina tíð. Men tá hevði Tjóðveldi trupult at finna avloysaran at fara á fólkating, tí Kristina Háfoss og Sirið Stenberg, sum er nummar trý og fýra á listanum, er í landsstýrinum, og Annita á Fríðriksmørk, sum er nummar fimm á listanum, er í løgtingnum og hevði ikki hug at fara á fólkating.

 

SÍ EISINI: Hon fer kanska í Fólkatingið

SÍ EISINI: Magni Arge fer aftur í Løgtingið

 

Desember 2016: Magni Arge fer í løgtingið, og Torbjørn Jacobsen er avloysari í løgtinginum.

Januar 2017: Magni Arge er bæði fólkatings og løgtingslimur, men fer í farloyvi í løgtinginum seinast í januar.

Mei/Juni 2017: Í vár vildi Magni Arge aftur í løgtingi, tí fiskivinnunýskipanin skuldi viðgerast. Men hesferð fekk hann ikki farloyvi úr fólkatinginum, tí skipanin í fólkatinginum loyvir ikki varafólki í farloyvi meira enn einaferð.

Tjóðveldi royndi at fáa formansskapin í Fólkatinginum at geva flokkinum undantak, men svarið var nei, onki undantak verður givið.

Tjóðveldi valdi tí at bróta vallyftið, og lat Magna Arge sita bæði í fólkatinginum og løgtinginum samstundis, og tað hevur hann nú gjørt í tríggjar mánaðir.

 

SÍ EISINI: Magni Arge vil í Løgtingið

SÍ EISINI: Tók sjálvur avgerðina

 

September 2017: Magni Arge segði 6. september, at hann fór at kalla varafólk inn fyri seg, antin á løgtingi ella fólkatingi. Enn er einki varafólk funnið, men Tjóðveldi væntar at boða frá loysnini í næstum

14. september 2017: Høgni Hoydal boðar frá, at hann letur Magna Arge sín fólkatingssess

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982
Hósdag 21. november
Andaktin
183981