Juncker: Turkaland fær ikki ES-limaskap

Juncker: Turkaland fær ikki ES-limaskap
Turkaland skal gevast at kalla ES-leiðarar fasistar og nazistar, sigur ES-nevndarformaðurin
 
13.09.2017 - 15:07

Turkaland skal ikki gera sær vónir um at fáa limaskap í ES í bræði.

Tað segði Jean-Claude Juncker, formaður í ES-nevndini, tá hann helt sína árligu røðu um støðuna í ES-samveldinum í dag.

Turkaland bað um limaskap í ES í 1987, men samráðingarnar um limaskap byrjaðu ikki fyrr enn í 2005.

Evropeiskir leiðarar eru ójavnir á máli, um Turkaland skal gerast limur ella ikki.

Í røðu síni í dag gjørdi ES-nevndarformaðurin so greitt, at Turkaland skal ikki vænta at fáa limaskap í bræði.

Tíðindafólk fongslað

Amnesty International hevur fyrr funnist at Turkalandi og Erdogan, forseta, fyri at hava fongslað meira enn 150 tíðindafólk.

Síðani kvettroyndina í fjør, hava fleiri miðlar latið aftur, og túsundtals fjølmiðlafólk hava fingið sekkin.

Juncker segði, at hetta er týdningarmesta grundin til, at Turkaland ikki skal vænta sær gerast limur í ES.

- Latið okkara tíðindafólk leys, og gevist við at skíra ES-lond og tess leiðarar fasistar og nazistar, segði hann.

Ikki tørv á ES

Erdogan, forseti, hevur sagt, at Turkaland hevur ikki fyri neyðini at gerast limur í ES.

- Siga ES-londini at tey vilja ikki hava okkum sum lim, so er tað ein uggi hjá okkum. Vit hava aðrar ætlanir tøkar. Vit kunnu vera Evropeiska samveldið fyriuttan, segði turkiski forsetin í summar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190879
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791