- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ódnin Irma hevur higartil kravt 14 mannalív
Myndugleikar á staðnum hava váttað deyðstalið, skrivar AFP-tíðindastovan.
Amerikonsku Jomfrúoyggjarnar eru oyggjabólkur í Antillunum í Karibia, og eru 346 fer-kilometrar til støddar.
Almenn tænastufólk í Puerto Rico upplýsa, at tvey fólk hava latið lív.
Í skelja sori
Ódnin hevur fullkomiliga oyðilagt oyggjarnar Barbuda og Saint Martin.
- Her er alt oyðilagt. Oyggin stendur undir í vatni. Soleiðis, sum støðan er nú, ber næsta ikki til at búgva her, sigur forsætisráðharrin í Antigua og Barbuda, gaston Browne.
Eitt barn lat lív í oynni Barbuda, tá ein familja royndi at finna sær skjól. Ein persónur er deyður í Anguilla, og á oynni Saint Martin eru í minsta lagi fimm persónar deyðir. Fleiri almennir talsmenn stúra fyri, at talið á deyðum fer at hækka.
Oyggin Saint Martin er meint rakt.
- Hetta er ein stór vanlukka. 95 prosent av oynni liggja í skeljasori, sigur tænastumaður á staðnum, Daniel Gibbs.
Heimini hjá fleiri túsund fólkum eru løgd í oyði.
Í Puero Rico hava 1 miljón fólk mist streymin, skrivar AP.
Haiti og Florida
Nú nærkast ódnin Haiti. Í 2010 rakti jarðskjálvti Haiti, og stúrt verður fyri, at landið er ikki nóg væl fyrireikað til Irmu.
Um vikuskiftið fer ódnini væntandi at raka Florida. Guvernørurin í Florida hevur lýst landið í vanlukkustøðu, og í Miami verða fólk flutt burtur. Altjóða ódnar-stovnurin í USA hevur sent út ávaring um ódn og storm fyri Suður-florida.
- Hetta kann lættliga vísa seg at verða dýrasta ódnarveður í amerikanskari søgu. Og tað sigur eitt sindur, tá tú hugsar um, hvat hendi fyri bara tveimum vikum síðani, sigur ódnar-granskarin, Brian McNoldy, og vísur til støðuna í Teksas eftir ódnina Harvey.
Amerikanski forsetin, Donald Trump skrivar á Twitter, at USA fer at klára at ímóti øllum avbjóðingum, - sama hvussu harður vindurin verður, og hvussu høg vatnstøðan verður.