- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mótmælið av Skála ikki viðgjørt í býráðnum enn

Býráðið í Runavik fer væntandi at viðgera mótmælið móti høgu høllini, Mest ætlar at byggja á Skála, á næsta býráðsfundi, sum verður 28.september.
Málið var ikki búgvið til býráðsfundin í síðstu viku, upplýsir býráðsskrivstovan í Runavík.
130 fólk á Skála hava mótmælt ætlanini hjá býráðnum í Runavíkar kommunu at broyta byggisamtyktina fyri Skála, so Mest kann byggja eina 40 høga høll oman á turrdokkina.
Freistin at mótmæla ætlaðu broytingini í byggisamtyktini var til 18.juli.
Tá býráðið er liðugt við uppskotið um at broyta byggisamtyktina, verður tað saman við mótmælinum sent Býarskipanarnevnd landsins, sum ger eitt tilmæli til landsstýriskvinnuni í kommunumálum, Sirið Stenberg. Hon tekur avgerðina um byggisamtyktina.
Høllin, sum Mest ætlar at byggja á Skála, verður 40 metrar høg, 129 metrar long og 34 metrar breið.