- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maður funnin deyður undir Middagsfjalli
Í gjárkvøldið varð ein maður funnin deyður undir Middagsfjalli í Gjáardali, og hildið verður, at talan er um bretska mannin, sum løgreglan eftirlýsti í gjárkvøldið. Tað er kortini ikki endaliga staðfest.
Hildið verður at maðurin er dottin oman, men tað var myrkt, tá maðurin varð funnin, og tí skulu fleiri kanningar gerast í dag.
So skjótt sum boðini um eftirlýsta mannin vóru í Kringvarpinum í gjárkvøldið, settu fleiri fólk seg í samband við løgregluna. Ein maður við Gjógv, segði seg í kikara hava sæð okkurt blátt undir Middagsfjalli, og tá hann fór at hyggja sá hann at talan var um ein ryggsekk.
Hann boðaði síðani løgregluni frá, og tá farið var at leita, var maðurin funnin tætt við.
Hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og har var staðfest at hann var deyður.
Tað var í myrkrinum um ellivutíðina í gjárkvøldið, at maðurin varð funnin, og tí fer løgreglan aftur á staðið í dag at gera fleiri kanningar.
Og ikki fyrr enn seinni í dag verður greitt, hvønn mann talan er um.
Løgreglan eftirlýsti í gjárkvøldið 58 ára gamla bretan, Phillip Wallam, sum hvarv meðan hann var í Føroyum. Hann kom til Føroya 6. august og skuldi heim aftur til Edinburgh við flogfari 17. august. Men tað fór hann ikki, og tá hann ikki møtti til arbeiðis, setti stjórin hjá honum seg í samband við løgregluna, sum í gjárkvøldið eftirlýsti mannin.