- Tíðindi, mentan og ítróttur
Størsta burðaravlop síðani 2007
Størsta burðaravlop síðani 2007
Orsøkin til stóra burðaravlopið er, at fleiri flyta til Føroya enn úr Føroyum, og nógv fleiri verða fødd enn tey, sum doyggja.
17.08.2017 - 10:54
Síðani Hagstovan fyrst í apríl kunngjørdi, at nú var fólkatalið í Føroyum farið upp um 50.000 fyri fyrstu ferð, eru hálvt triðja hundrað komin afturat.
Ella 500, um framskrivingarnar hjá Hagstovuni eru tiknar við. Fólkatalið var 50.250 tann 1.juli, 734 fleiri enn 1.juli í fjør.
Orsøkin til vøksturin er, at fleiri flyta til Føroya enn úr Føroyum, og nógv fleiri verða fødd enn tey, sum doyggja.
Burðaravlopið er tað størsta síðani 2007, sigur Hagstovan.
Og munurin millum kynini í fólkatalinum minkar, tó ikki nógv kortini.
Í vøkstrinum í fólkatalinum seinasta árið eru 38 fleiri kvinnur enn menn.
Hagstovan væntar, at bara í juli vaks fólkatalið í Føroyum 200.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV