- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ferðin til Japan kostar 220.000 krónur
Skattgjaldarar sleppa at rinda góðar 220.000 krónur fyri íblástrar- og kunningarferðina hjá Vinnunevndini til Japan í september.
Teir sjey limirnir í nevndini vera í Japan frá 1. til 9. september.
Kostnaðurin fevnir um flogferð, sum kostar 11.360 krónur fyri hvønn, hotell í sjey nætur og dagpening fyri 487 krónur um dagin í níggju dagar.
Afturat tí kemur eisini leiga av minibussi, ferðing til og frá flogvøllinum í Vágum og 21.900 krónur fyri tulk.
Samlaða upphæddin er mett at vera 220.568 krónur, men hetta talið kann broytast nakað, tá ið alt er avgreitt eftir ferðina.
Bárður ímóti
Formaðurin í Sambandsflokkinum Bárður á Steig Nielsen, sum situr í andstøðu, hartaði fyrr í vikuni løgmann, landsstýrið og samgongu fyri at raðfesta ferðina til Japan fram um átrokandi mál her heima.
Vinnunevndin fær fiskivinnunýskipanina til viðgerðar, tá hon hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum.
Eisini skal uppskotið um nýggja stjórnarskipan verða samtykt í tinginum fyri 25. oktobur, vísir Bárður á Steig Nielsen á.
Tingnevndirnar plaga at skiftast um at fara uttanlands á hvørjum ári.
Vinnunevndin fer til Japan, tí japanski uttanríkisráðharrin, Taro Kano, vitjaði í Føroyum, áðrenn hann gjørdist ráðharri.