Summarvika í Klaksvík

Summarvika í Klaksvík
Skipað verður fyri fleiri tiltøkum upp undir Summarfestivalin, sum byrjar hósdagin
 
07.08.2017 - 10:12

Hesa vikuna verður summarvika í Klaksvik.

Tað eru Klaksvíkar kommuna og Summarfestivalurin, sum í samstarvi við onnur skipa fyri summarvikuni, og hon er, sambært fyriskiparunum, upphiting til Summarfestivalin, sum byrjar hósdagin. 

Nógv tiltøk eru á skránni til leygardagin, millum annað altjóða sálmakvøld í Christianskirkjan, karnevaldansur gjøgnum býin, framførsla við íslendska Performance Art -bólkinum CGFC í gomlu brandstøðini, uttandura talvkapping, har stórmeistari í talvi Helgi Dam Ziska bjóðar av.

Eisini verður uttandurakonsert við teimum 30 ungu tónleikaranum, ið hesa vikuna eru við á tónleikaverkstovum í Norðurlandahúsinum.

Harumframt eru fleiri onnur tiltøk á skránni, eitt nú fleiri framsýningar. 

Skráin fyri summarvikuna sæst her
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946