Granskari: Barnaváttan er ikki nóg mikið

Granskari: Barnaváttan er ikki nóg mikið
Barnaváttan, sum Mentamálaráðið ætlar skal fyribyrgja kynsligan ágang mótvegis børnum, er ikki nóg mikið, sigur danskur granskari.
 
05.08.2017 - 10:13

Barnaváttanin, sum Mentamálaráðið arbeiðir við, og sum fleiri av okkara grannalondum longu hava samtykt, er ikki nóg mikið.

Tað sigur Jan Toftegaard Støckel, sum granskar í kynsligum ágangi deildini fyri Ítrótti og Biomekanik á Syddansk Universitet við Danmarks Radio, sum varpaði ljós á evnið í vár.

- Tað samsvarar einum trolara, sum roynir at fáa sardinur við stórum meskum. Tú fangar sera fáar. Talið á dømdum brotsfólki er lutfalsliga lítið í dag. Tað er kanska nøkur fá hundrað, tú kastar nót eftir. Men tú fangar einans ein lítlan part av trupulleikanum. Teir venjarar, sum ikki hava ein dóm, ella har einans illgruna var, sleppa sjálvandi undan, sigur Jan Toftegaard Støckel við Danmarks Radio, sum mælir til at seta fleiri fyribyrgjandi átøk í verk fyri at basa trupulleikanum  - eitt nú at varpa meira ljós á trupulleikan í útbúgvingunum.

Les eisini: Børn sexkrænkes i danske sportsklubber: DIF kæmper med manglende interesse

Stovnar og feløg kunnu biðja um barnaváttan

Lógin um barnaváttan snýr seg um at fyribyrgja, at fólk, sum áður eru dømd fyri at hava framt kynsligan ágang skulu sleppa at fáa starv, har tey koma í samband við børn.

Við lógini løgreglan fær loyvi til at skriva barnaváttanir, tá stovnar og feløg biðja um tær.

Ein barnaváttan prógvar, at tann, sum søkir um starv at ansa børnum, ikki er dømdur ella dømd fyri at gera seg kynsliga inn á børn seinastu tíggju árini.

Barnaváttanin steðgar ikki øllum misbrotum

Meðan føroyingar hava tosa um barnaváttanina í minst sjey ár, hevur barnaváttan verið kravd í Danmark síðani 2005.

Men hon steðgar ikki øllum kynsligum ágangi.

Seinastu 10 árini hevur Danska Ítróttarsambandið skrásett millum fyra og fimm kynslig misbrot í donskum ítrótti.

Les meira: 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. februar
Morgunlestur leygardagur 8.februar 2025
186656
Fríggjadag 7. februar
Vikuskiftið 7 februar 2025
187506
Fríggjadag 7. februar
Brot úr Føroya søgu
187467
Fríggjadag 7. februar
Breddin: Grønland
187466
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371
Týsdag 4. februar
Veðrið
187342